Tá ið vit uppliva eina kreppu, kunnu vit gera ymiskt fyri at broyta støðuna, vit eru í. Men vit kunnu eisini hava aksept. Við radikalari aksept megna vit at halda út og rúma, sjálvt sera pínufullum støðum.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú betra núið við at broyta hugburð til støðuna, tú upplivir. Soleiðis kann hon BETRAST.
B - Bíløt
E - Endamál
T - Tilbið
R - Róligt
A - Avmarka
S - Steðg
T - Tankar
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú linna teg sjálvan við sansunum og fáa tað betri. Brúka allar fimm sansirnar í løtuni, so tú betri megnar at halda út.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú í løtuni distrahera teg sjálvan, so tú betri megnar at halda út. Har eru ALSKYNS mátar at distrahera seg sjálvan:
A - Aktivitetur
L - Legg aftrat
S - Samanber
K - Kenslur
Y - Ypp øksl
N - Nágreina
S - Sansirnir
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
HÓTT-førleikin ger nýtslu av sambandinum millum okkara kenslur og okkara kropp. Kenslurnar ávirka kroppin, men kroppurin ávirkar eisini kenslurnar. Við at gera kropslig inntriv, kunnu vit broyta sterku kenslurnar, vit uppliva, tá ið vit eru í eini kreppu. HÓTT stendur fyri:
H - Hitastig í andlitinum
Ó - Ógvuslig kropslig venjing
T - Títtleiki av andadrátti
T - Tvinna saman andadrátt og vøddar
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið vit uppliva eina kreppu, er tað týdningarmikið, at vit finna okkara Vísa (og Klára) sinnið fram og hugsa um avleiðingarnar, sum standast av at geva eftir og gera, sum kreppan leggur upp til. Hvørjir eru fyrimunirnir? Og hvørjir eru vansarnir? Bæði við at gera, sum kreppan leggur upp til og við at halda út.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið vit uppliva eina kreppu, hjálpir STEÐG-førleikin okkum at steðga upp og hugsa okkum um. STEÐG stendur fyri:
S - Steðga tí, tú gert
T - Traðka eitt stig aftur
EÐ - Eygleið støðuna, tú ert í
G - Ger tað, sum er effektivt
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Ein kreppa er tá ið vit uppliva serstakliga sterkar kenslur í eina lítla løtu og geva vit eftir, so luttaka vit í atferð, sum er skaðilig fyri okkum sjálv og onnur. Tá ið vit hava tað trupult sálarliga, er tilveran eyðkend av nógvum kreppum í samband við hendingar, persónar og kenslur. Kreppuførleikar hjálpa okkum við at vinna á okkara kreppunum og halda út - so kunnu vit hugsa klárt og leggja ætlanir aftaná, tá ið kreppan er farin framvið.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Uppmerksemisførleikin, sum vit kalla fyri Hvussu-førleika, snýr seg um, hvussu vit skulu vera uppmerksom um tað, sum vit við Hvat-førleikunum eygleiða, lýsa og luttak í. Tað gera vit við ikki at døma, at vera uppmerksom um eitt í senn og við at vera effektiv.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
"Hvat" førleikarnir siga okkum, hvat tað er, vit kunnu vera uppmerksom um. Tað er tað, vit kunnu eygleiða, lýsa og luttaka í.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Øll hava atgongd til Vísa sinnið, men stríðist tú við rúsbundni, so hevur tú eisini atgongd til Klára sinnið. Her viðurkennur tú Bundna sinnið og Fría sinnið, bæði at tey eru har og at tey hava nakað týdningarmikið at siga tær. Í hesum partinum greiðir Arni frá, hvussu tú, tá ið tú førir tey saman, fært Klára sinnið burturúr.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Í fyrsta partinum í nýggju sesongini av Datvarpinum, greiðir Arni frá vísa sinninum. Vísa sinnið tekur saman um kenslusinnið og skynsama sinnið. Tað er grundað í vísa sinninum, at vit læra okkum aðrar DAT førleikar.
Lurta eftir eini uppmerksemisvenjing í samband við vísa sinnið her: https://youtu.be/xoh76M2tuvo
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.
Tá ið vit føla eina kenslu, nýtast vit ikki at gera sum hon sigur. Ei heldur nýtast vit at handfara hana beinleiðis. Vit kunnu bara vísa henni ans og leggja merki til, hvussu hon vísur seg í løtuni, vit uppliva hana. Síðani kunnu vit lata hana fara av sær sjálvari. Soleiðis vísa vit kensluni í løtuni ans.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Okkara kropsliga heilsa hevur stóra ávirkan á okkara sinnisligu heilsu. VIt kunnu minka um okkara kensluliga viðbrekni við at taka okkum av okkara kropsligu heilsu. Í hesum sambandi kunnu vit brúka eina henta stytting: MR SMS (motión, rúsur, sjúka, matur, svøvnur). Fært tú hesi uppá pláss, stendur tú sterkari yvirfyri truplum kenslum.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Stendur tú yvirfyri eina støðu, sum tú væntar fer at skapa eina trupla kenslu, so kanst tú frammanundan fyrireika teg at halda út. Ímynda tær, júst hvussu støðan fer at vera trupul og avbjóðandi og ger tær so eina ætlan um, hvørjar førleikar tú hevur tørv á, so tú fert at halda út.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Fyri at økja títt kensluliga mótstøðuføri, so kanst tú byggja títt dugnasemi upp. Tað vil siga, at tú vinnur á lutfalsliga truplum avbjóðingum, sum ikki nýtast at hava nakað beinleiðis við tínar sálarligu avbjóðingar at gera. Á hendan hátt kanst tú skapa tær eina kenslu av dugnasemi og sjálvsáliti, sum tú kanst hava við tær, tá ið tú upplivir og handfer truplar kenslur.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Tá ið vit liva sambært okkara virðum, so gera vit tað meira sannlíkt, at vit í langtíðarhøpi føla fleiri jaligar kenslur. Hetta ger okkum meira mótstøðufør, so vit megna at vera standandi, eisini tá ið vit uppliva ymiskt keðiligt.
Finn fyrst útav, hvørji virði, tú hevur. Vel tær eitt ítøkiligt at arbeiða við. Finn síðani útav, hvørja atferð, júst hetta virði leggur upp til. Og far síðani í gongd við smáu stigini, sum føra teg til tína atferð.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Hvussu nógv betri hevði tú orkað at følt og regulera neiligar kenslur, um lutfalsliga talið av jaligum kenslum í tínum lívi var størri?
Tað er hetta, sum "Savna tær jaligar kenslur stutttíðar" snýr seg um. Set tilvitað ymisk góð og stuttlig upplivilsi á skránna, sum kunnu skapa jaligar kenslur fyri teg. Kasta teg útí upplivilsini og kenslurnar við øllum tínum uppmerksemi. Og legg síðani merki til, hvussu hetta byggir teg upp og ger teg meira mótstøðuføran.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Kenslur samskifta við okkum, um hvat er galið. Ein máti at regulera kenslur er sostatt, at loysa trupulleikan, kenslurnar samskifta við okkum um. Hóskar kenslan til fakta, kanna so, hvussu tú kanst loysa trupulleikan. Finn nógvar mátar og vel ein. Før hann út í lívi og vita, um hann riggaði. Um ikki, royn so ein annan. Ger alt, rótfestur í tínum vísa sinni.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo
Tað er eitt greitt samband millum kenslur og atferð. Men sambandið gongur eisini hinvegin, frá atferð til kenslur. Tú kanst regulera tínar kenslur, við at eyðmerkja, júst hvat tær vilja at tú skalt gera, og síðani gera tað øvuta - allan vegin, umaftur og umaftur.