Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?"
Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður.
Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
Nú eru vit alvorliga komin í gongd. Tað er Jákup Brúsá sum er við, sum fyrsti gestur í HMU Podcastinum, og hann er komin at snakka um, hví ung velja at fylgja Jesusi.
Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Hetta er fyrsti partur av nýggja HMU Podcastinum. Tað eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður ið eru vertir.
Tað er mangt, sum kann fáa okkum at ivast. Í einum samfelag, har vit fáa so nógva kunning er skjótt at vit byrja at ivast í, hvat passar... Tað kann eisini viðhvørt leiða til at vit fara at ivast í Gudi og hansara orði. Í trúpoddinum í dag, tosa Bjarta og Sjúrður um trúgv og iva.
Í dag hava Bjarta og Sjúrður fyri vitjan av sjálvum aðalskrivaranum í Heimamissiónini – Jákup Brúsá. Jákup greiðir frá sínum vitnisburði, um hvussu hann fekk frið við Gud.
So var trúpoddurin aftur. Hesaferð hava Bjarta og Sjúrður fingið vitjan av Jóhan og Silju, sum arbeiða í Nesvík. Silja er í læru á skrivstovuni og Jóhan er barna og ungdómsráðgevi. Saman við teirra starvsfelagum syrgja tey fyri at alt koyrir, sum tað skal í Heimamissiónini.
Silja og Jóhan eru ikki ofta at síggja á forsíðuni, tí størsti parturin av teirra arbeiði er í “maskinrúminum” í Nesvík. Tey taka sær av øllum fyrireikingum “behind the scenes”. Í hesum Trúpoddi tosa vit um at vera trúgvur í lítlum og lýðin í tí, sum eingin sær.
Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Silju, Jóhan og restini av starvsfólkunum í Nesvík/Heimamissiónini fyri teirra fantastiska arbeiði!
So var aftur ein trúpoddur á skránni. Hesaferð tosa vit um evnið “hvørjum fylli eg meg við”
Bjarta og Kartin tosa um, hvønn týdning tað hevur at fylla seg við Jesusi og andaligum tilfari.
Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri teirra arbeiði!
Tað er ein heilt serligur dagur í studionum. Sjúrður og Bjarta hava fingið vitjan av norsku sangstjørnuni Lisu Børud. Hennara sangir hava spælt ein stóran leiklut í uppvøkstrinum hjá Bjartu og nógvum øðrum børnum og ungum í Føroyum og Norra.
Sjúrður og Bjarta hittu Lisu og fingu eitt stutt prát við hana beint eftir konsertina á Kristfest 24.
Trúpoddurin Special við Cochren
Í dag er Kristfest í Nesvík. Fyrr í dag vitjaðu Bjarta og Sjúrður Michael og Leah á teirra hotelli og tosaðu við tey um teirra tónleik, og hvat gevur teimum íblástur.
Vælkomin til Trúpoddin. Í dag fer Trúpoddurin at snúgva seg um lív, trúgv og tænastu. Bjarta og Sjúrður hava fingið vitjan av nýggja ungdómsráðgevanum Kartin Høgnesen.
So er næsti partur av Trúpoddinum her!😃 Hesa vikuna tosa Bjarta og Sjúrður um næstrakærleika. “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”.
Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður tosa í hesum partinum um evnið: Sálarligt stíð og trúgv.
So var Trúpoddurin her.
Øll sunnudagsskúlabørn hava sungið um Rut, sum hevði hjarta milt, men hvat er søga hennara? Í dag viðgera vit teir 4 kapitlarnar í Rutarbók.
So var 10. partur her! Hesaferð tosa vit um líknilsi um Sáðmannin. (Luk 8,5-15)
So var 9. partur av Trúpoddanum her!
Hesaferð tosa vit um líknilsi um tær 10 moyggjarnar.
Góðan morgun! So var 8. partur av Trúpoddanum her.
Hesaferð tosa vit um líknilsi um burturvilsta sonin.