Home
Categories
EXPLORE
True Crime
Comedy
Society & Culture
Business
Sports
History
Fiction
About Us
Contact Us
Copyright
© 2024 PodJoint
00:00 / 00:00
Sign in

or

Don't have an account?
Sign up
Forgot password
https://is1-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts221/v4/5e/e3/18/5ee318bf-ea6a-78b7-f770-40396068b040/mza_11027891053543930771.jpg/600x600bb.jpg
Verkavarpið
Elisa Vang
21 episodes
7 months ago
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga? Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum...
Show more...
Non-Profit
Business
RSS
All content for Verkavarpið is the property of Elisa Vang and is served directly from their servers with no modification, redirects, or rehosting. The podcast is not affiliated with or endorsed by Podjoint in any way.
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga? Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum...
Show more...
Non-Profit
Business
Episodes (20/21)
Verkavarpið
20. VERKAFÓLK VÓRU HER
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga? Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum...
Show more...
1 year ago
28 minutes

Verkavarpið
19. Fer dýra rákið at venda?
Hví er alt so dýrt? Fer dýra rákið at venda? Um ja, nær? Og hvussu við hasum skattalættanum? Hvørjum gagnar hann? Um nøkrum? Hesum spurningunum, og fleiri aftrat, havi eg fingið fíggjarfrøðing, Jan Otto S. Holm, og fakfelagsumboð, Sonju Jógvansdóttir, í Verkavarpið at geva okkum nøkur boð uppá.
Show more...
1 year ago
35 minutes

Verkavarpið
18. 37 tíma arbeiðsvika - hvat og hvussu?
Nú er hann her, poddurin um stytta arbeiðsviku. Hvat vita vit um 37 tímars arbeiðsvikuna? Hvat fer tað at kosta hvørjum? Hvørjar fyrimunir hevur tað? Bæði sosialt og ísv, bruttotjóðarúrtøkuna til dømis? Allir hesir spurningarnar, og nógv meira, fara Jan Otto S Holm og Regin Berg at greiða okkum frá – tað vóru nevniliga teir báðir, sum gjørdu frágreiðingina um 37 tímars arbeiðsviku í 2021, sum almenni arbeiðsbólkurin arbeiðir við nú.
Show more...
2 years ago
36 minutes

Verkavarpið
17. Fyritíðarpensjón, tillagað starv og arbeiðsbúgving
Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur? Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión. Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík, leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fó...
Show more...
2 years ago
52 minutes

Verkavarpið
16. Happing á arbeiðsplássinum
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan. Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð...
Show more...
2 years ago
41 minutes

Verkavarpið
15. Yvirmøði kann smanberast við høga alkoholpromillu
Í dagsins parti tosa vit um yvirmøði. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, hevur júst skrivað eina PhD-verætlan um yvirmøði hjá sjófólki. Úrslitini hon kom fram til, eru ikki smávegis skakandi. Millum annað er møðin hjá summum teirra so ógvuslig, at hon er at samanbera við eina alkoholpromillu á 1.0 . Til samanberingar kann nevnast, at promillumarkið fyri at koyra bil er 0.2!
Show more...
2 years ago
34 minutes

Verkavarpið
14. Kvinnur arbeiða dupult so nógv sum menn
Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis. Mari...
Show more...
2 years ago
31 minutes

Verkavarpið
13. Tann góða mynstringin
Hvussu ber man seg best at í eini setanarsamrøðu? Kann man, sum umsøkjari, tilláta sær at seta nógvar spurningar til arbeiðsplássið? Og – hvussu byrjar man best sína ferð á einum nýggja arbeiðsplássinum? Hvussu tekur arbeiðsgevarin best ímóti tær? Allir hesir spurningarnir fer Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, at svara okkum í hesum partinum. Hon hevur nevniliga júst hav tein fyrilestur á Vinnurákinum, um ta góðu at mynstranina og avmynstranina á einum arbeiðplássi.
Show more...
2 years ago
31 minutes

Verkavarpið
12. Áheitan til valevnini - fáið arbeiðsmarknaðarlógirnar uppá pláss!
”Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum”. So bersøgin er Sonja Jógvansdóttir, fakfelagsfólk, um vantandi arbeiðsmarknaðarlógirnar í Føroyum, og vónar hon, at tey, sum verða vald á ting 8. des. vilja gera nakað við hetta. Sonja Jógvansdóttir og Heri Reynheim, virkandi formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum eru gestir í Verkavarpinum í dag, vilja bæði staðiliga heita á komandi løgting um at fáa hesar lógirnar í gildi ongantíð for skjótt.
Show more...
2 years ago
46 minutes

Verkavarpið
11. ADHD á arbeiðsmarknaðinum
Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at adhd ella add eisini ávirkar eins arbeiðslív. Men hvussu ávirkar adhd arbeiðslívið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpi...
Show more...
3 years ago
42 minutes

Verkavarpið
10. Issues and rights for international workers
Welcome to our very first episode in English. The number of international workers in the Faroe Islands is steadily increasing. Therefore, we have decided to make an English episode where we go thorough some of the most important issues that international workers face, when entering the Faroese labour market. Our guests are David Im, integration co-ordinator at the Immigrations Office, and Sonja Jógvansdóttir, co-ordinator of Samtak, a collaboration between four workers unions.
Show more...
3 years ago
38 minutes

Verkavarpið
9. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum
Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum. Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar? Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Ver...
Show more...
3 years ago
41 minutes

Verkavarpið
8. Kvinnudagur og Fiskepigernes Fagforening
Altjóða Kvinnudagur hevur júst verið, somuleiðis sum, at Fiskepigernes Fagforening, Føroya elsta arbeiðskvinnufelag, fylti 100 ár í januar. Vit hava tí tosað við Sunrid Vang, forkvinnu, um Fiskepigerne tá og nú, og hvønn týdning, felagið hevur havt fyri kvinnuligar løntakarar.
Show more...
3 years ago
13 minutes

Verkavarpið
7. Jólaheilsan frá fakfelagsformonnum
Tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum mugu fáast til høldar til komandi samráðingar, eru teir tríggir fakfelagsformenninir í Samtaki á einum máli um. Tað er eitt nú alneyðugt, at øll fáa rætt til fasta løn. Serliga av tí orsøk, attað er serstakliga avbjóðandi at fáa bústaðarlán, tá setanarviðurskiftini eru so óviss, sum tey eru hjá tímaløntum. "Tað er skjótt at enda í einum stressaðum, pressaðum láglønarbólki", siga Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formann ...
Show more...
3 years ago
20 minutes

Verkavarpið
6. Arbeiðsvanlukka og vinnusjúka
Boðskapurin er týðiligur frá Leivuri Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og Pál Weihe, arbeiðsmedisinara: boðið frá arbeiðsskaða og/ella vinnusjúku! Tað er av alstórum týdningi, at skaðar og sjúkur, ið standast av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum verður fráboðað til ávikavist arbeiðseftirlitið og kommunulæknan, um arbeiðast skal ímóti eini nullhugsjón hvørjum arbeiðsskaðum viðvíkur.
Show more...
3 years ago
34 minutes

Verkavarpið
5.Ung til arbeiðis - er órættur á matskránni?
Ung í Føroyum eru ikki nóg tilvitað um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tað í øllum førum nógv sum bendir á, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í Unga Tjóveldi, sum er ein av gestunum í Verkavarpinum hesaferð. Ungmannafelagið byrjaði fyri stuttum átakið "Er Órættur á Matskránni", har tey heittu á ung á arbeiðsmarknaðinum um at senda sínar søgur inn, um tey høvdu verið fyri órætti á arbeiðsplássinum. Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur drúgvar royndir í fakfel...
Show more...
4 years ago
47 minutes

Verkavarpið
4. Arbeiðið og tú
"Arbeiðið og tú" er ein kanning, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almanaheilsu ger í løtuni. Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og verkætlanarleiðari, er gestur í Verkavarpinum hesaferð, har hon greiðir frá kanningini, Arbeiðsumhvørvið og tú; hvat hon snýr seg um, og hvat tey vænta at fáa burturúr.
Show more...
4 years ago
16 minutes

Verkavarpið
3. Tíðin eftir sjúku
Svend Højgaard greiðir frá nøkrum av avbjóðingunum, hann upplivdi, tíðina aftaná sjúkramelding. Og Mimi Steintórsdóttir, advokatur, greiðir frá, hvørji rættindi starvsfólk og starvssøkjandi hava í samband við sjúkramelding - og tíðina aftaná sjúkramelding.
Show more...
4 years ago
49 minutes

Verkavarpið
2. Stríðsdagur arbeiðaranna: líkaløn í 40 ár
1. mai er stríðsdagur arbeiðaranna. Í hesum serliga 1. mai-poddinum, tosa vit við Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um nakrar varðar, hon legði eftir sær fyri arbeiðaran í Føroyum alla ta tíð, hon var aktiv í fakfelagsrørsluni. Serliga tosa vit um formligu líkalønina millum kvinnur og menn, sum kom í gildi fyri júst 40 árum síðani í dag. Tað vóru Ingeborg Vinther og Andrea Árting, sála, sum vóru "primus motor" handan sáttmálas...
Show more...
4 years ago
41 minutes

Verkavarpið
1. Strongd á arbeiðsplássinum
Tað er umráðandi at duga at siga frá, um vit vilja fyribyrgja strongd á arbeiðsplássinum - bæði sum løntakari og sum arbeiðgevari.
Show more...
4 years ago
43 minutes

Verkavarpið
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga? Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum...