Home
Categories
EXPLORE
True Crime
Comedy
Society & Culture
Business
Sports
History
Music
About Us
Contact Us
Copyright
© 2024 PodJoint
00:00 / 00:00
Sign in

or

Don't have an account?
Sign up
Forgot password
https://is1-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts114/v4/c9/75/73/c975736f-7814-26b1-9276-42b1f18fe7fa/mza_6016234323051166400.jpg/600x600bb.jpg
Mikrofonin
Bui Tyril
15 episodes
7 months ago
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Show more...
News Commentary
News
RSS
All content for Mikrofonin is the property of Bui Tyril and is served directly from their servers with no modification, redirects, or rehosting. The podcast is not affiliated with or endorsed by Podjoint in any way.
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Show more...
News Commentary
News
https://is1-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts114/v4/c9/75/73/c975736f-7814-26b1-9276-42b1f18fe7fa/mza_6016234323051166400.jpg/600x600bb.jpg
Fann eitt arktiskt ævintýr millum inuitar í Kanada: Rannvá E. Simonsen
Mikrofonin
45 minutes 36 seconds
3 years ago
Fann eitt arktiskt ævintýr millum inuitar í Kanada: Rannvá E. Simonsen
Rannvá Erlingsdóttir Simonsen er útbúgvin arktitektur og hevur eisini arbeitt sum slíkur; men hon er meira kend sum designari innan skinnvørur, serliga klæði men eisini ymiskt annað. Hon hevur í mong ár búð í Baffin Land (sum nú alment eitur Baffin Island) í tí stóra Nunavut landslutinum í Kanada. Hetta er eitt veldugt øki sum liggur langt norðuri í Arktis, og er størsta región í Kanada, og hevur eisini lægsta fólkatal — ja, verður roknað sum eitt av heimsins mest fjarskotnu og fólkafátækastu økjum. Meginparturin av teimum tilsamans umleið 35.000 íbúgvunum eru inuitar. Rannvá hevur leingi verið sera hugtikin av Inuit mentan og sær eisini líkheitir millum teirra umstøður og tær hjá føroyingum, ikki minst í mun til djóraverndarfelagsskapir ið hava ilt við at skilja livikorini hjá fólkum sum liva av havinum. Rannvá fegnast um framstig sum eru hend tey seinnu árini tá tað kemur til at virða inuitar, teirra rættindi, teirra mentan og teirra søgu í Kanada, hóast mong teirra hava verið fyri stórum ágangi, líðingum og ræðuleikum heilt upp til nýggjari tíð. Men tað sum hon ikki minst brennir fyri er tað listarliga og skapandi. Hon hevur verið íðin at stimbra og hugkveikja Inuit kvinnur til at gera meira við, og fáa meira burtur úr, teirra siðbundnu list, ikki minst innan klæðir og aðrar vørur úr kópaskinni og skinni av øðrum djórum sum liva har í Baffin Land. Og tað er eisini blívið fínt tey seinnu árini at stuðla uppruna mentan og list og keypa lokalt og burðardygt. Men betri javnvág millum mannfólk og konufólk er samstundis eitt av hennara stóru hjartamálum. “Also menn duga øgiliga væl at fara frameftir og byggja og fáa ting at henda,” sigur hon; “men onkuntíð so kann tað blíva eitt sindur einsporað, og har hugsi eg at kvinnurnar duga generelt betur at hugsa um alt møguligt í senn. Summi blíva svøk av tí, men vit hava brúk fyri tí, tí at alt hongur saman.” Nú er Rannvá farin at umhugsa møguleikan at koma aftur til Føroyar áðrenn leingi og kanska fara í gongd aftur at arbeiða innan arkitektayrkið. Hoyr meira í hesi sera áhugaverdu samrøðu.